Keyp sendingar

Keyp sendingar frá Kringvarpinum

At keypa tilfar úr Kringvarpssavninum:

Einstaklingar og fyritøkur kunnu keypa mynda- og ljóðfílur úr savninum hjá Kringvarpinum sambært ásettum prísum.

Savnstilfar verður sambært avtalu sent umvegis alnót (ella latið á dvd/cd fløgu). Goldið verður frammanundan fyri umbiðið tilfar. Prísurin fyri savnstilfar, sum Kringvarpið hevur heimild at selja, veldst um, hvat tað verður brúkt til. Prísirnir eru við MVG.
 

Til egna nýtslu:

Avrit av útvarps- og sjónvarpssendingum kosta 400 kr. umframt sendingarkostnað. Fylgjandi sendingar kosta 300 kr. hvør. Styttri ljóðbrot kosta 200 kr.

Kringvarpið hevur ikki heimild at avrita útlendskt tilfar til triðja part, til dømis teknirøðir við føroyskari talu. Tað sama er galdandi fyri føroyskar skald- og smásøgur, tónleika- og leiklistartilfar.

Víst verður til § 1. og § 2. í lóg um upphavsrætt.
Ikki er loyvt at endurselja ella nýta savnstilfarið til egnan vinning. Brot kann hava við sær revsing, endurgjaldsskyldu og rættarsókn.
Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til § 12. í lóg um upphavsrætt. Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki-vinnulig, privat endamál.

Sí annars: Løgtingslóg um upphavsrætt


Til handilsliga nýtslu og aðra almenna nýtslu:

Grundprísur á savnstilfari til egna framleiðslu er 1.200 kr. + 200 kr. fyri hvørt brúkt sekund.

Serligir prísir eru galdandi fyri savnstilfar til almenna framførslu t.d. á framsýningum, til goldið skeiðs-, undirvísingar- ella kunningarbrúk o.s.fr. Prísirnir kunnu vera ymiskir, alt eftir samanhanginum.
Fyrivarni verður tikið fyri eykakostnaði fyri gjald til rættindahavarar.

Savnstilfar til lýsingar hevur serliga avtalu og skulu keyparar venda sær til rættindahavarar fyrst, áðrenn Kringvarpssavnið kann avgreiða fyrispurningin. Ikki alt savnstilfar kann seljast til vinnuligt ella alment endamál.

Víst verður til § 1. og § 2. í lóg um upphavsrætt. Tað merkir serliga, at ein fortreyt fyri vinnuligari ella almennari nýtslu er, at tey, sum hava rættindi til tilfarið, skulu geva sítt samtykki.

Sí annars: Løgtingslóg um upphavsrætt

Ikki ber til at leggja sendingar frá Kringvarpinum út á egna heimasíðu, men møguligt er at leinkja til heimasíðu Kringvarpsins.


Archive material for foreign media production:
You are welcome to contact us should you need audio and videoclips for any kind of production from our Kringvarp Archives.

Standard price for archive material from Kringvarp Føroya is 3.000 dkk + 500 dkk per second used.

 

Nágreinaðar upplýsingar um sølu av tilfari hjá Kringvarpinum kunnu fáast í telefon:

+298 29 65 33 fyri sjónvarpssavn - Jóna Dalsgarð

+298 29 65 35 fyri útvarpssavn - Heiðrún Hödd Guðmundsdóttir

og við telduposti: savn@kvf.fo

Kringvarpssavnið
Kringvarp Føroya
Norðari Ringvegur 20
Postboks 1299
Fo-110 Tórshavn