Hugsjón Kringvarpsins

Hugsjón Kringvarpsins

Visjón
Kringvarp Føroya skal vera fremsti mentanarberi føroyinga.

Misjón
Kringvarpið skal ríka lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna og undirhalda.

Kjarnuvirðir

Trúvirði
– Starvsfólk Kringvarpsins skulu vísa ábyrgd og trúfesti í síni framleiðslu, so kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum.

Virðing
– Kringvarpið skal vísa virðiliga atferð í øllum sínum virki, arbeiða fyri at varðveita føroyskt mál og mentan og virka savnandi fyri føroysku tjóðina.

Slóðbrótan
– Kringvarpið skal vera slóðbrótandi, bjóða av og ganga á odda.

Professionalisma
– Í Kringvarpinum skulu professionalisma, engasjemang, kreativitetur, fjølbroytni og toymisandi ráða.