Útboð av útvarpssending

Útboð av útvarpssending

Sum nakað nýtt bjóðar KVF við hesum framleiðsluna av eini útvarpssending alment út til persónar og fyritøkur við røttu førleikunum at átaka sær fyri eitt fast gjald fyri hvørja sending.

Talan er um nýggja útvarpssending í vetrarskránni 2018/19, sum vikuliga skal viðgera allan tíðindaflutning í Føroyum. Niðanfyri er ein nærri lýsing av sendingini og útboðnum.

Arbeiðsheiti: Pressan   
miðil: Útvarp/heimasíða
Hvat: Ein vikulig útvarpssending í vetrarskránni 2018/19, t.e. frá 1. september 2018 til 1. juni 2019.
Longd: 55 minuttir.
Innihald: Áleið 25 minuttir frammanundan framleitt innihald og 30 minuttir beinleiðis kjak við skiftandi panelluttakarum.
Játtan: 5000 kr. pr. sending
Staðseting: Aktuelt, Kringvarp Føroya
Redaktionel ábyrgd: Aktuelt


Krøv til tilboðsgevara

Journalistiska útbúgving. Minst trý ára royndir á eini tíðindaredaksjón. Royndir við útvarpsjournalistikki. Gott føroyskt mál, góða útvarpsrødd og gott innlit í føroyskan journalistikk.

Lýsing: Sendingin skal viðgera tíðindini í vikuni og týðandi rák í journalistikki. Stríðið millum journalistar, lobbyistar, spunasmiðir og politikarar um, hvør skal definera veruleikan er harðari enn nakrantíð áður. Lesarar, lurtarar og hyggjarar vera í dag undirdíktir í mótsigandi tíðindum, tíðindaskrivum, facebooknotum og beinleiðissendingum (facebook Live, youtube os.fr.).

Tíðindamiðlar eru regluliga fyri atfinningum – bæði frá øðrum tíðindamiðlum og frá makthavarum, sum við sosialum miðlum í dag kunnu velja journalistar og miðlar frá, tí teir hava fleiri lesarar á egnum profilum enn tíðindaportalar hava.

Verturin á sendingini skal við kønari fakligari hond leiða lurtaran gjøgnum tíðindameldurin og avdúka vánaligan journalistikk, spuna, følsk tíðindi og marknaðarføring dulklødd sum tíðindi.

Umframt sjálva útvarpssendingina skal tilboðsgevarin gera eitt reyp ella ein brellibita um komandi sendingina, sum kann sendast í 1-2 dagar frammanundan. Eisini skal ein stutt lýsing í teksti gerast av sendingini hesa vikuna, sum kann leggjast á sosialu miðlarnar.

Eftir ætlan verður sendingin send fríggjadag fyrrapart, men tað er møguligt at broyta hesa ætlan, um ynski er um tað.

Sendingin skal vera í samsvari við grundvirðini fyri journalistikki í Kringvarpi Føroya.
 

Krøv til tilboðið

•    Eina lýsing av hvussu tú kundi hugsað tær at lagt sendingina til rættis í mun til val av panellutakarum, val av evnum, samstarv við redaktør og leiklutin hjá vertinum.
•    Eitt yvirlit yvir royndir tínar sum journalistur.
 

Kringvarp Føroya veitir

•    Upptøkuhøli
•    Atgongd til savn
•    Útgerð
•    Ljóðtøkning
•    Redaktør

KVF tilskilar sær rættin til at leggja dent á yrkisføri og persónsmensku hjá verti og á veitingartrygd.
KVF tilskilar sær somuleiðis rættin at vraka øll innkomin tilboð.

Freistin at bjóða seg fram at gera sendingina er 15. juni 2018.

Um tú hevur spurningar til útboðið, kanst tú venda tær til Heina Gaard, virkandi deildarleiðara á Aktuelt, á fartlf 296554 ella teldupost hg@kvf.fo.