Meg minnist

Meg minnist: Jógvan Durhuus (1:4)
09-02-2014
Jógvan Arge hittir Jógvan Durhuus, fyrrverandi løgtingsmann, úr Vestmanna

Jógvan Durhuus sat á løgtingi í 24 ár og stjórnaði leingi postavgreiðsluni í Vestmanna. Hann er sonur Olaf Durhuus og Onnu Sofíu.f. Poulsen. Posturin kom í hennara barnaheim í 1923. Foreldrini Niels Chr. Poulsen úr Skopun og Kristianna úr Innistovu í Vestmanna stóðu fyri.

Olaf var sonur Onnu Mariu f. Jacobsen og skiparan og reiðaran Jógvan í Garðastovu, sum átti sluppina "Queen Victoria" og skonnartina "Magacienne." Eftirnavnið Durhuus er eftir einum húsum á Eiði, sum ein festari í Garðastovu var ættaður úr.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Niels Juel Arge leggur til rættis.
08-01-2019
Niels Juel Arge leggur til rættis.
07-01-2019
Jógvan Arge hittir Jóannes Dalsgarð í Havn. Fyrsta sending.
06-01-2019
- Svølg ikki sjógv, tað er tann vissi deyð
22-12-2018
- Góðan dag Alberg, góðan dag Lars
21-12-2018
- Tú kvøður sum ein royður
20-12-2018
Jógvan Arge hittir sálarfrøðingin Eyðun Joensen úr Klaksvík. 4. og seinasta sending
16-12-2018
Jógvan Arge hittir sálarfrøðingin Eyðun Joensen úr Klaksvík. 3. sending
09-12-2018