Meg minnist

Meg minnist: Petur Sigurd Rasmussen (1:3)
13-11-2016
Jógvan Arge hittir Petur Sigurd Rasmussen í Havn. Fyrsta sending

Petur Sigurd Rasmussen var millum kendastu ítróttafólk í Føroyum í 50unum og 60unum. Hann var føroyameistari bæði í fótbólti og hondbólti og spældi á báðum landsliðunum.

Petur Sigurd er føddur í Havn í 1933, sonur Petur hjá Stinu og Thomasiu hjá Evu-Petur á Sandi. Hann var málmaður í HB og stórspælari í Kyndli. Byrjaði hondbóltin í Neistanum og vann eisini FM við SÍF.

Føroyameistari í meistaradeildini í fótbólti fýra ferðir. Í 50unum var Petur Sigurd læraravikarur í Kollafirði, Fuglafirði og Sandavági og tók læraraprógv í 1958.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023