Meg minnist

Søgur úr Skopun: Jens Marius Hentze (1:3)
04-12-2016
Jógvan Arge hittir Jens Marius Hentze í Havn

Navnið Skopun kemur fyrstu ferð fyri í Finnbogarímu um Finnboga og Álv bónda. Spurningurin er kortini, um ríman innihaldsliga hevur nakað við Skopun at gera.

Niðursetumenninir Jóhan Hendrik Poulsen úr Sakrastovu í Hesti og Mikkjal Jacobsen undan Skarði á Sandi bygdu í Skopun í 1833. Jóhan Hendrik var tann fyrri at festa búgv.

Triði niðursetumaðurin var Johannes Jensen, Dímunar Jóannes. Mikkjal datt oman í 1846, og tá kona hansara flutti av bygdini, tók Petur Hentze, abbasonur próst Hentze, við teirra húsi.

Tað var í allar mátar eitt hart hoyggj at vera niðursetufólk í Skopun.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023