Meg minnist

Meg minnist: Tordur Niclasen (2:5)
29-01-2017
Jógvan Arge hittir Tord Niclasen á Eiði. Onnur sending

Rakistovan hjá Heina Martini var sum eitt annað undirhús í Sørvági. Har komu fólk at tosa um dagsins mál. Korini vóru mangan smá, men spennandi var at telja pengarnar upp upp undir høgtíðir.

Heina Martin ferðaðist um landið sum agentur fyri ymsum vørum, og eina tíð umboðaði hann norskar sildartunnur í Føroyum. Tá stóð stundum væl til. Hann hevði fyrsta stálband í Sørvági.

Tordur fór fyrsta túr til skips við sluppini "Henry Freemann" til Íslands. Síðani fór hann á realskúla, og eftir lokið prógv fór Tordur aftur til skips við toftatrolaranum "Havborgini." Teir fóru til Grønlands.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023