Meg minnist

Meg minnist: Egga Jensen (2:3)
05-03-2017
Jógvan Arge hittir Egga Jensen. Onnur sending

Egga Jensen gekk á Føroya Læraraskúla frá 1964 til 1969. Hetta var á Vaglinum og á Frælsinum. Hann og onnur søktu beinanvegin inn á DHL í Keypmannahavn at læra meir um ítrótt.

Í 1970 fekk Egga fast starv í Santa Frans Skúla sum fólkaskúlalærari og tímalærarastørv á Føroya Fólkaháskúla og Føroya Læraraskúla í ítrótti.

Samstundis luttók hann í fótbólti, hondbólti, flogbólti, borðtennis og fimleiki. Við HB var hann føroyameistari tilsamans átta ferðir frá 1960 til 1976. Í 1978 fekk hann fast starv sum lærari í ítrótti á læraraskúlanum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023