Meg minnist

Meg minnist: Sonny Johannesen (6:6)
23-04-2017
Jógvan Arge hittir skiparan Sonny Johannesen í Havn. 6. sending.

Sonny Johannesen hevur ført flakatrolaran Enniberg síðani 1996. Hesi árini hevur verið roynt víða um úr canadisku landleiðini, um grønlendskan sjógv og Irmingarhavið til norskar og russiskar leiðir eysturi í Barentshavinum. Mest hevur verið roynt eystanfyri, og fiskiskapurin hevur yvirhøvur verið góður har. Sonny hevur havt sínar trupulleikar av norska fiskiveiðieftirlitinum, sum hann heldur vera í so meinfýsið. Fiskiskapurin í Barentshavinum hevur allar dagar verið upp og niður. Sonny heldur, at kanska er eitt slakt tíðarskeið um at taka seg upp nú.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023