Meg minnist

Meg minnist: Bergtóra Hanusardóttir (1:4)
30-04-2017
Jógvan Arge hittir Bergtóru Hanusardóttir í Havn. Fyrsta sending

Bergtóra Hanusardóttir í Havn hevur síðani 70ini verið virkin í kvinnurørsluni. Hon heldur, at kvinnurørslan hevur vunnið væl fram hesi árini.

Bergtóra var við til at skipa Kvinnufylkingina, sum í tók upp nógvar samfelagsspurningar, ið høvdu áhuga hjá kvinnum. Eitt nú føðifyrireiking og barnaansing.

"Kvinnur í politikk" hevur verið eitt áhaldandi herróp, sum hevur munað. Bergtóra er dóttir tannlæknan Miu Trónd Hansen í Havn og skiparan Hanus Jensen úr Skúvoy.

Hon lærdi sjálv til tannlækna og hevur havt egna sertannlæknastovu í meir enn 40 ár.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023