Meg minnist

Meg minnist: Bergtóra Hanusardóttir (2:4)
07-05-2017
Jógvan Arge hittir Bergtóru Hanusardóttir í Havn. Onnur sending

Í Gundadali búði Stefania av Húsum, sum var omma Bergtóru. Hon sat einkja eftir urtagarðsmannin Trónd Hansen, ið bygdi fyrstu hús í Gundadali.

Stefania var lamin av sjúku, sum lekidómur ikki var fyri. Tróndur var frammarlaga í ítrótti og var við at stovna HB. Børn teirra íðkaðu bæði fimleik, hondbólt og fótbólt.

Eitt skifti vóru allar fýra Hanusardøturnar á 1. liði Neistans. Bergtóra royndi seg eisini í froskmannaítrótt og var liðskipari í HM-kapping í Chile í 1971.

Bergtóra gekk í nonnuskúla, millumskúla og studentaskúla, áðrenn hon í 1965 fór niður at lesa til tannlækna.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023