Meg minnist

Meg minnist: Svimjimeistarin, Jon Hestoy (2:2)
25-06-2017
Jógvan Arge hittir næstformannin í ÍSF Jon Hestoy

Jon Hestoy hevur í fleiri umførum verið formaður í Svimjisambandi Føroya, sum fyrst í 80unum fekk altjóða limaskap. Hann hevur verið altjóða dómari ? eitt nú á HM í Rio í fjør.

Svimjingin hevur gjørt stór framstig síðani Oyggjaleikirnar í Føroyum. Í 1985 vunnu Føroyar eitt silvurmerki, í 2009 vóru gullmerkini 21 í tali. Úrvalssvimjarin Pál Joensen hevur staðið seg millum teir bestu í altjóða kappingum.

Jon Hestoy er næstformaður í teknisku nevnd fyri svimjing á sjónum, vøtnum og áum hjá europeisku svimjisamgonguni. Er eisini í somu nevnd hjá altjóða sambandinum FINA.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023