Meg minnist

Á ferð í Húsavík (2:4)
16-07-2017
Jógvan Arge hittir Hanus undir Leitinum í Húsavík. Onnur sending

Onnur sending um Húsavík byrjar við gomlu rættina, sum stendur uppi beint oman fyri syðra enda á tí stóra sandinum, hóast hon ofta er farin av veðri. Fyrr brúktu allir hagarnir somu rætt, men síðani útskiftingina eru fleiri gjørdar.

Vit hoyra um lendingaviðurskiftini og stríðið at fáa eina líkinda lending í hesum brimplássi. Gamla lendingin varð nevnd Rimilin. Tann nýggja er bygd út á Skarvasker og er prýdd við list eftir Trónd Patursson.

Vit støkka inn á gólvið í tí stóra ungmannafelagshúsinum, sum í dag er eitt eyðkenni fyri Húsavík.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023