Meg minnist

Meg minnist: Laura Joensen (2:3)
20-11-2017
Jógvan Arge hittir Lauru Joensen í Havn. 2. sending.

Laura Joensen var nonnufrensur. Gekk bæði í barnagarði og skúla hjá nonnunum. Stóð seg væl í skúlanum, men fór úr skúlanum 14 ára gomul. Var í húsi eitt ár, arbeiddi á skrivstovu og var skrivari hjá Eivind Bonnevie í fleiri ár. Laura var í 1961 farin á sjónleikaskeið hjá Eyðuni Johannessen og Havnar Sjónleikafelag. Í 1972 fór Laura til Danmarkar og arbeiddi nøkur ár á ríkissjúkrahúsinum. Seinni fór hon á dramaleiðaraskeið í Herning. Afturkomin fór hon upp í sjónleikabólkin Grímu og framførdi mangar leikir.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023