Meg minnist

Meg minnist: Simme Jacobsen (1:2)
12-12-2017
Jógvan Arge hittir Simma Arge Jacobsen. Fyrra sending

Havnarmaðurin Simme hevur verið virkin í føroyskum tónleikalívi síðani 50ini. Hann lærdi seg at spæla orgul, guitar og klaver. Í mong ár spældi hann til dans ymsastaðni í Havn. Simme og tey komu eisini út á plátum, tá útvarpið var komið í 1957.

Mamma Simma var Ninna hjá Sigmundi á Argjum, og pápin var Jógvan Jacobsen úr Sandavági. Hann lærdi til smið í Havn og fór at sigla sum maskinmeistari. Jógvan var burtur, tá Ninna og børnini fluttu heim úr Danmark í 1939.

Jógvan kom heim í 1941. Tá var hann søktur tvær ferðir. Fyrru ferð við Chilean Reefer í Grønlandsfjørðinum. Sendingin varð send fyrstu ferð tann 10. desember 2017.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023