Meg minnist

Meg minnist: Bárður Jákupsson (1:4)
05-02-2018
Jógvan Arge hittir listarmálaran Bárð Jákupsson í Hoyvík. Fyrsta sending

Nýggjur gestur í Meg minnist er Bárður Jákupsson. Hann hevur altíð havt áhuga fyri at tekna og mála. Samstundis hevur hann havt størv sum lærari, ritstjóri og savnsstjóri. 60 ára gamal fór hann at mála burturav.

Bárður er uppvaksin Uppi undir Varða. Hann er sonur rithøvundan og búnaðar-ráðgevan Heðin Brú úr Skálavík og konu hansara av Velbastað. Heðin Brú bygdi á eitt stykki burtur av frá Williami Heinesen, og Christian Matras bygdi á eitt stykki frá Heðin Brú.

Bárður var formaður í fyrsta eigarafelagnum í Hoyvíkshaganum og hevur í 40 ár búð í Nicoali Mohrs gøtu.

Hoyr sending tvey av fýra her

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023