Meg minnist

Meg minnist: Eivind Weihe (2:4)
11-03-2018
Jógvan Arge hittir vágbingin Eivind Weyhe, magistara, á Fróðskaparsetrinum. Onnur sending.

Eivind Weyhe hevði pápa úr Porkeri og mammu úr Vági. Hann er føddur í Porkeri og uppvaksin í Vági.

Oldurabbin Johan Mikal Mikkelsen vildi hava hvørjumfalsformin fyri bygdarnavnið Vági til eftirnavn, men presturin bronglaði tað til Weyhe eftir Weihe, sum fanst norðanfjørðs.

Eivind tók realprógv í Vági og studentsprógv í Havn. Var lærari í Sumba í tvey ár. Í realskúlanum fekk hann áhuga fyri føroyskum og norrønum.

Í 1962 fór hann at lesa norrøna filologi, eisini nevnt norrønt mál, sum var ein sera víðfevnd lærugrein.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023