Meg minnist

Meg minnist: Niels Nattestad (2:4)
16-04-2018
Jógvan Arge hittir Niels Nattestad í Havn. Onnur sending.

Niels Nattestad flutti í 1956 til Havnar saman við foreldrum sínum og systrini. Tá fór hann at ganga í Sankta Frans Skúla, men longu úr 4. flokki fór hann oman í realskúlan. Niels tók realprógv í 1962, og nú arbeiddi hann í fleiri ár á Bacalao. Í 1964 var hann á ítróttaskúla í Vejle.

Hansara dreymur var altíð at gerast lærari, og í 1966 slapp hann inn á Læraraskúlan. Tey byrjaðu á Vaglinum, har næmingarnir trivust væl. Fyrstu fimm árini í Havn búði familjan í Gundadali. Har royndi Niels seg í fótbólti og svimjing, áðrenn hann fór at spæla hondbólt. Hann var eisini skóti.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023