Meg minnist

Meg minnist: Jóhannes Andreas Næs (1:4)
07-05-2018
Jógvan Arge hittir Jóhannes Andreas Næs úr Nesi í Hvalba. Fyrsta sending

Sunnudagin verður fyrsta sending í Meg minnist við tí 97 ára gamla Jóhannes Andreas Næs úr Nesi í Hvalba. Hann fer at siga frá býlinginum Nesi við frásagnum um fólk og hendingar.

Pápi Johannes var handilsmaðurin Martin Næs. Mamman Julianna var av Hamri í Hvalba. Byrjað verður út eftir Støðlunum við Slokkunum og Sandbakkunum og gomlu Træbrúnni.

Tey gomlu húsini í Nesi stóðu omanfyri gøtuna. Har verður byrjað inni í Trøðini og hildið fram undir Lítlahamar. Jóhannes Andr. Næs var lærari í Suðuroy í 20 ár til hann í 60unum varð settur sum ráðgevi í serundirvísing á skúlafyrisitingini.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023