Meg minnist

Meg minnist: Jóhannes Andreas Næs (4:4)
28-05-2018
Jógvan Arge hittir Jóhannes Andreas Næs úr Nesi í Hvalba. Fjórða og seinasta sending.

Sjey nesmenn keyptu motorin "Jóhanna" í 1918. Hann varð brúktur til útróður og sigling av ymsum slag - eitt nú neyðsendarørindi upp á Tvøroyri. Í 20-unum leigaðu gøtumenn hann til várróður á Norðhavinum.

Í Nesi vóru Innara støð og Uttarastøð. Kundi skip sigla Hvalbiarfjørð, kundi bátur altíð fara úr Nesi til skipið. Kolaarbeiði hevur verið í Hvalba gjøgnum nøkur 100 ár. Kolið var avskipað av Rananum í Nesi.

Undir fyrra heimsbardaga var linja løgd frá kolholunum oman móti Leirum og haðani út í Nes. Kolavegurin varð gjørdur um seinna kríggj. Skúli var í Nesi frá 1915 fram í 70-ini. Eitt skifti í 20-unum vóru bæði kommunalur og privatur skúli.

Sendingin varð send fyrstu ferð klokkan 27.05.2018.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023