Meg minnist

Meg minnist: Jákup Mikal Mikkelsen (1:2)
17-09-2018
Jógvan Arge hittir Jákup Mikkelsen. Fyrsta sending av tveimum

Tann 93 ára gamli Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum varð uppkallaður eftir pápa sínum, sum gekk burtur við toftaskipinum "Annu" í 1924. Pápin var av Toftum, og mamman Karolina Sofía var av Kjalnesi í Kollafirði. Abbi hennara hevði verið uppsitari og pápin røktingarmaður har.

Jákup Mikal fór til skips við toftasluppini, Elsu, í 1939. Teir málaðu dansk flagg á hana í Føroyingahavnini. Hann var aftur við "Elsu" í apríl 1940, tá hon fekk føroyskt flagg í Havn.

Í 1941 fór Jákup Mikal saman við 250 øðrum føroyingum til Reykjavíkar at gera flogvøll, og í 1942 arbeiddi hann á flaka-virki á Patriksfirði. Hetta vóru áhugaverdar ferðir.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023