Meg minnist

Meg minnist: Svenning Reinert (2:3)
07-10-2018
Jógvan Arge hittir Svenning Reinert. Onnur sending

Svenning Reinert gekk í skúla í Norðradali og arbeiddi í bygdini, til hann í 1955 fór til skips við Tróndi í Gøtu. Hann var nøkur summur á sild, og um veturin róði hann út, til hann í 1957 hjálpti til at stinga Oyggjarvegin út.

Í 1959-60 arbeiddi hann á Oyggjarvegnum. Síðani var hann hjá SEV, sum legði nýggja linju eftir oynni. Í 1963 varð Svenning biðin til arbeiðis hjá Forsvarets Bygningstjeneste at halda vegin frá Sundshálsi niðan á Sornfelli.

Hetta varð hansara lívsstarv. Hann gavst eftir 40 ár og var í Keypmannahavn og heilsaði upp á dortningina. Svenning hevur givið sær stundir at ganga á fjall, hava skoraseyð og skjóta harur.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023