Meg minnist

Meg minnist: Eyðun Joensen (1:4)
28-11-2018
Jógvan Arge hittir sálarfrøðingin Eyðun Joensen úr Klaksvík. 1. sending

Eyðun Joensen var fyrsti føroyingur við prógvi í sálarfrøði  av universiteti, sum kom í starv í Føroyum. Føddur í Klaksvík í 1945 og uppvaksin á Biskupsstøð, har foreldrini høvdu stórt virki.

Mamman Jóhanna var dóttir Mikkjal Joensen hjá Dala Mikkjali á Tvøroyri. Pápin Rudolf Joensen úr Sørvági var yngsti sonur Tøðu Rasmusi úr Gádadali. Tey vóru í Danmark í 30unum og giftust har. Í 1939 fluttu tey til Klaks-víkar, har Rudolf tók upp starv sum løggildur elinnleggjari.

Virkið gekk væl, men tá Eyðun var seks ára gamal, doyði pápin eftir stutta sjúkralegu. Nú var mamman einsamøll við trimum dreingjum. Jóhanna tók virkið upp á seg og rak tað í mong ár við dyggum stuðli frá beiggja sínum Svend.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023