Meg minnist

Meg minnist: Eyðun Joensen (2:4)
02-12-2018
Jógvan Arge hittir sálarfrøðingin Eyðun Joensen úr Klaksvík. 2. sending

Eyðun Joensen trívist væl í báti. Áhugin er frá barnaárunum við vánna í Klaksvík. Har hevði hann ein 100 ára gamlan bát. Hann og presturin Jóhan Nielsen fóru ein dagin at skjóta. Tað bleiv ein hættisligur túrur runt Kallsoynna.

Eina ferð var hann niðri í Aberdeen við ?Skálabergi?, og ein útróðrar-túr var hann undir Føroyum við Pól Jakku á Dalinum. Eyðun tók prógv í realskúlanum í Klaksvík, men fór ikki víðari fyrsta árið.

Hendan veturin var hann nakrar túrar við sluppini "Fimm systrum." Tá Eyðun kom undan Íslandi summarið 1960, hevði mamman avgjørt, at hann skuldi niður at ganga á studentaskúla í Haslev.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023