Meg minnist

Jólagesturin: Julianna Didriksen
25-12-2018
Jógvan Arge støkkur inn á gólvið hjá Juliannu Didriksen í Havn.

Í ár er Julianna Didriksen jólagestur í útvarpinum. Á mannamunni eitur hon bara Lítlakona. Men vævið hevur ikki forðað henni at liva eitt virkið lív.

Mamman doyði, tá hon var 10 dagar, men hon hevði ein góðan uppvøkstur í Gørðum á Strondum. Á Toftum giftist hon Kjartani Højgaard. Hann doyði, tá dóttirin var 5 ár.

Í Havn giftist Julianna Ferdinand Andreasen. Tey fingu seks dreingir, nevndir Juliannuboys. Seinast var hon gift Davis Didriksen.

Julianna býr í egnum húsum í Tórsbyrgi. Hóast árini eru 89, er hon virkin bæði í sjavsi og bingo og smæðist ikki at ferðast í útlondum. Talugávurnar eru góðar.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023