Meg minnist

Meg minnist: Reðin Leonsson (1:3)
27-01-2019
Jógvan Arge hittir Reðin Leonsson í Havn. Fyrsta sending

Reðin Leonsson er sørvingur. Sum smádrongur búði hann tvey ár í Mykinesi, har hann eisini gekk í skúla. Í Sørvági gekk hann í skúla hjá DD.

Foreldur hansara vóru løgtingsmaðurin Leon Joensen úr Sørvági og Helga f. Magnussen úr Vági. Í 1955 var Reðin í norðaru havn í Ravnsoynni sum kokkur hjá fýra grønlandsbátum.

Árið eftir var hann lempari við trolaranum "Høgafossi", og í 1957 fór hann til Íslands at rógva út í Ólafsvík. Báturin æt "Hrønn". Binni í Grøf við "Gullborgini" fekk sum vant mestu vekt hesa vertíðina, men menninir á "Hrønn" fingu mestu inntøkuna.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023