Meg minnist

Meg minnist: Reðin Leonsson (3:3)
10-02-2019
Jógvan Arge hittir Reðin Leonsson í Havn. Triðja og seinasta sending

Sum løgreglumaður hevur Reðin Leonsson verið í nánd av ógvisligum hendingum og vanlukkum. Hann var á odda fyri bjargingarliðnum, sum fór upp á land norðantil á Mykinesi, tá flogfarið datt niður í 1970.

Reðin greiðir frá tí ávirkan, sum hendan og aðrar hendingar hava havt, hóast politistar lærdu at halda tær burtur frá huganum. Kona Reðin, Julianna, var leingi hollendskur konsul. Tey vóru javnan á vitjan í Haag og Amsterdam.

Hann hevur tikið smalfilm dagliga, síðani hann var ungur, og ferðaðist eitt skifti ofta við fótbóltslandsliðnum. Um veturin er hann í Havn, um summarið í Mykinesi, har hann hevur havt hús í hálva øld.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023