Myndarøð: Minnisvarðin á Skarði avdúkaður

Í gjár var minnisløta á Skarði, har minnisvarðin varð reistur fyri at minnast teir, ið fórust við Skarðsbátinum, Tollaksmessudag í 1913. Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt minnisvarðan, og íblásturin til minnisvarðan hevur hann fingið frá dramatisku hendingini fyri 100 árum síðani og frá tveimum drangum norðan fyri Skarð.

14. juli varð skipað fyri minningar- og hátíðarhaldi, tá minnisvarðin, í nú avtoftaðu bygdini á Skarði, skuldi avdúkast. Gingið varð norður bæði úr Haraldssundi eftir bakkanum og úr Kunoy eftir bygdargøtuni, niðan gjøgnum Skoradal og um Skarðsgjógv. Við í ferðini vóru mong ættarfólk ymiskar staðir úr landinum.

Teirra millum var eisini Kaj Dam, ið hevði sett sær fyri at ganga leiðina frá langabbanum í Kunoy, Johan Dam sum fórst við Kunoyarbátinum frá 8 børnum - til hin langabban av Skarði, Jákup Petur Petersen, sum fórst við Skarðsbátinum frá 3 børnum í 1913.

Komin um skarðið, varð gingið at bygdini, har hópin av fólki var savnað – umleið 500 fólk. Myndir: Dávur Winther

Er kopiera