Röddin

VIT

 

Tak niður

25 minuttir við sangaranum Sebastian
16.12.2012 - 12:48
Gestur í 25 minuttum er danski vísusangarin Sebastian, sum í 40 ár hevur skrivað og framført sangir, ið eru vorðnir fólkaogn í Danmark

Úr rúgvuni við sangum hjá Sebastian kunnu eitt nú nevnast "Her er en sang", "Måske ku vi", "Når lyset bryder frem og "Romeo og Julie", ið hava fingið støðu sum nýklassikarar.

Sebastian hevur selt fleiri enn tvær milliónir plátur og fløgur og hevur skrivað nakrar av best umtóktu sangleikunum í nýggjari danskari sjónleikasøgu. Kringvarpið hitti hann, tá ið hann í mars í fjør hevði konsertframførslu í Føroyum.