Röddin

VIT

 

Tak niður

25 minuttir við Herbert Pundik
20.05.2013 - 13:54
Samrøða við Herbert Pundik, fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóra á Politiken, ið eisini hevur verið virkin í ísraelsku friðarrørsluni

Herbert Pundik var 16 ára gamal, tá hann og familjan í 1943 máttu flýggja úr Keypmannahavn til Svøríkis undan týskum nazistum. Einsamøll eftir í húsinum var ein føroysk tænastugenta, sum varð vakt á miðjari nátt av týsku loyniløgregluni, Gestapo.

Ein hending, sum Pundik ikki hevur vitað um, fyrr enn hann kom til Føroya í mai 2013. Í 1948 fór hann sjálvboðin í ísraelska herin í kríggj í Palestina, og í 1973 fall sonur hansara, Uri, eisini í kríggi.

Seinastu mongu árini hevur fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Politiken, Herbert Pundik, verið virkin í ísraelsku friðarrørsluni, men enn er dreymurin um frið ikki vorðin til veruleika. Trýr Herbert Pundik framvegis uppá frið í Miðeystri?

Hvussu hevur jødatýningin myndað hansara lív? Og er 85 ára gamli maðurin bjartskygdur ella dapurskygdur vegna sítt land og fólk, tá hann skoðar inn í framtíðina?