Dagur & Vika

Fyrisitingin finst hvassliga at sínum egna landsstýrismanni
27-08-2013

Dagur&vika hevur fingið hendur á viðmerkingarnar frá løgdeildini í Innlendismálaráðnum um Skálafjarðartunnilin 

 

Har kemur fram, at fyrisitingin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni,  finst hvassliga at tunnilsuppskotinum hjá sínum egna landstýrismanni.

 

Eitt nú verða nýttar vendingar sum "Mælt verður staðiliga frá", "Púra óhoyrt", "Óforsvarligt" og "Neyvan sæð sín líka í nútímans føroyskari lóggávu."

 

Men viðmerkingarnar komu ongantíð til sín rætt. Tí tá hevði Kári P. Højgaard longu borið uppskotið í løgtingið. 

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

18-04-2024
16-04-2024
12-04-2024
11-04-2024
09-04-2024
05-04-2024
04-04-2024
02-04-2024
26-03-2024