Dagur & Vika

Fólkaflokkurin: Frágreiðingin er ónýtilig
09-10-2013
Bæði formaðurin fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum og forkvinnan í landsstýrismálanevndini halda lítla nyttu vera í frágreiðingini frá løgfrøðiliga ráðgevanum á Løgmansskrivstovuni

Frágreiðingin frá løgfrøðiliga ráðgevanum á løgmansskrivstovuni um Skálafjarðartunnilin kolldømir seg sjálva, og tí er hon óbrúkilig. Tað halda bæði formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum og forkvinnan í landsstýrismálanevndini.

Um landsstýrismaðurin í innlendismálum tagdi við týðandi upplýsingum í tunnilsmálinum fyri løgtinginum, má standa sum ein opin spurningur. Tað er ein av niðurstøðunum í frágreiðingini hjá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðiligum ráðgeva.

Sí innsløg í Degi&Viku og samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, sum var gestur hjá Finni Koba í sjónvarpsstovuni.

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

19-04-2024
18-04-2024
16-04-2024
12-04-2024
11-04-2024
09-04-2024
05-04-2024
04-04-2024
02-04-2024
26-03-2024