Röddin

VIT

 

Tak niður

25 minuttir við Haifaa Awad
14.10.2013 - 17:00
Samrøða við danska-sýriska krígslæknan, Haifaa Awad

Í summar arbeiddi nýútbúni læknin, Haifaa Awad, á einum lítlum krígshospitali á hermótinum har norðuri í Sýria. Í ein mánaða viðgjørdi hon tey mongu sivilu offrini, sum verða særd og lata lív í borgarakrígnum, sum byrjaði í mars 2011.

Haifaa Awad er ein av teimum fáu vesturlendsku eygnavitnunum í einum landi, sum eftirhondini er ov vandamikið hjá journalistum at ferðast í. Hví fór hon avstað? Hvat upplivdi hon á hermótinum? Hvussu hava upplivingarnar broytt hana? Og hví ætlar hon sær avstað aftur?