Dagur & Vika

CIP-málið: Løgmaður stendur til svars fyri tinginum
20-11-2013
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fer at svara skrivligum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, í tinginum í dag.

Hevur løgmaður sagt ósatt fyri Føroya fólki? Og hevur hann óbeinleiðis sagt ósatt fyri løgtinginum?

Á tingfundinum í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at svara skrivligum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, tingkvinnu úr Tjóðveldi, um embætisførslu løgmans og fund millum løgmann og CIP.

Funnist hevur verið at løgmanni, tí hann 28. august greiddi Føroya fólki frá, at hann visti onki um, at deildarstjórarnir í Innlendismálaráðnum høvdu skrivað viðmerkingar til lógaruppskotið um Skálafjarðartunnilin.

 

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

26-03-2024
22-03-2024
21-03-2024
19-03-2024
15-03-2024
14-03-2024
12-03-2024
08-03-2024
07-03-2024