Röddin

VIT

 

Tak niður

Anita meldað fyri at brúka útlendska arbeiðsmegi
25.02.2014 - 08:57
Í dag verður sjófrágreiðing um málið, tá Anita misti ein 34 ára gamlan mann, sum var ættaður úr Indonesia

Fiskimannafelagið hevur enn eina ferð meldað reiðaríið hjá garnaskipinum Anitu fyri at brúka útlendska arbeiðsmegi uttan arbeiðsloyvi til at landa í Føroyum. Anita landaði í Norðhavnini í gjár.

Reiðarin, Søren Christiansen, sigur, at tað er ikki neyðugt at hava arbeiðsloyvi fyri at arbeiða umborð á einum skipi, sum liggur við bryggju. 

Í dag verður sjóforhoyr um vanlukkuna, tá ein 34 ára gamal indonesari sló út av Anitu. 33 mans, teir flestu úr Indonesia, eru við Anitu.