Dagur & Vika

Vilja hava tunnilin upp í Hesti
25-02-2014
Fólk í Hesti vilja hava Sandoyartunnilin boraðan soleiðis, at hann kemur upp í Hesi. Ger hann ikki tað, hevur oyggin onga framtíð

Fólk í Hesti heita staðiliga á Tórshavnar býráð um at virka fyri, at Sandoyartunnilin verður boraður soleiðis, at hann kemur upp í Hesti. Ger hann ikki tað, hevur oyggin onga framtíð, eru fólk í Hesti sannførd um.

Hestnevndin, sum ráðgevur býráðnum, sigur, at við árunum fer tað at loysa seg, tí tað slepst undan at hava skip siglandi um fjørðin við fólki og farmi. 

Borgarstjórin tekur undir við nevndini og vísir á, at býráðið hevur líka síðani tað kom upp á tala at gera Sandoyartunnilin, víst á, at tað einasta rætta at gera er, at Hestur eisini fær tunnilssamband.

 

 

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

26-03-2024
22-03-2024
21-03-2024
19-03-2024
15-03-2024
14-03-2024
12-03-2024
08-03-2024
07-03-2024