Meiri gransking á Landssjúkrahúsinum

Meiri gransking á Landssjúkrahúsinum
Í dag eru 15 granskingarverkætlanir gjørdar í samstarvi millum Landssjúkrahúsið og aðrar stovnar.
27.01.2015 - 21:26

Fyri fáum árum síðani var at kalla ongin skipað gransking á Landssjúkrahúsinum. 

Men seinnu árini hevur granskingin vundið nógv upp á seg, og í dag hava 15 granskingarverkætlanir sæð dagsins ljós á Landssjúkrahúsinum í samstarv við aðrar stovnar. Seks av teimum eru Ph.D-verkætlanir.

Tað sást eisini í dag, tá vísindalig fyrilestrarrøð var í Østrøm í Havn um ígerðarsjúkur og immunologi í Føroyum.

Tiltakið var samstundis eitt heiðurssymposium fyri Jón á Steig, yvirlækna á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652