Talgild undirskrift: Vil hava føroyska loysn

Talgild undirskrift: Vil hava føroyska loysn
At bankarnir longu hava kosið sær NemID, fer ikki at órógva arbeiðið at gera ein føroyska loysn til talgildu undirskriftina, sigur Johan Dahl
04.03.2015 - 11:28

- Tað sum kann gerast her í landinum, skal gerast í Føroyum.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, um arbeiðið at gera eina føroyska skipan til talgildu undirskriftina.

Hann sigur, at hóast peningastovnarnir longu hava kosið sær NemID, fer tað ikki at órógva arbeiðið hjá landinum at gera eina føroyska loysn, tí peningastovnarnir fara ikki at brúka tann partin av NemID, sum umfatar talgildu undirskriftina. 

- Málið hjá okkum er at finna eina loysn, sum tænir føroyska borgaranum best, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.

Johan Dahl var gestur hjá Óluvu Zachariasen í Degi og Viku í gjárkvøldið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652