Röddin

VIT

 

Tak niður

Lívið er deiligt!
19.03.2015 - 19:25
Í sendingini fylgja vit tveimum pensionistum, ið halda, at lívið gamaní kann vera deiligt, hóast tey eru komin nakað til árs

Lívið nýtist als ikki at vera keðiligt, hóast tú ert gamal. Tað halda tey bæði Sámal Júst Ziska Dahl og Dania Andreassen, ið eru ávikavist 80 ár og 77 ár.

Sámal Júst Ziska Dahl er fyrrverandi lærari og býr Í Klaksvík saman við konuni, Astu. Hóast hann er 80 ára gamal, setist hann ikki aftur at renna túrar tríggjar ferðir um vikuna. Harafturat dámar honum væl at gera ymiskt kropsligt arbeiði og at fáast við tónleik.

Í Miðbýnum í Havn býr 77 ára gamla Dania Andreassen, sum veruliga dugir at njóta lívið sum pensjonistur.

Tríggjar morgnar um vikuna svimur hon saman við morgunfrúunum, hon spælir sjavs, syngur í Tilhaldinum og fær ein stóran part av tíðini at ganga saman við vinkonunum.

Í sendingini "Lívið er deiligt" fylgja vit teimum báðum pensjonistunum og síggja, hvussu pensjonistatilveran eisini kann vera.

Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg