Føroyingar skulu ikki gera sær dælt av støðuni

Føroyingar skulu ikki gera sær dælt av støðuni
Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, svaraði í dag fyrispurningi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni
24.03.2015 - 20:18

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, ávarar føroysku útflutningsvinnuna ímóti at gera sær dælt av støðuni, at russiska innflutningsbannið ikki umfatar Føroyar, samstundis sum ES hevur sett tiltøk í verk móti Russlandi.

Forsætisráðharrin svaraði í dag einum fyrispurningi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, um trygdarpolitisku støðuna í Evropa.

Helle Thorning Schmidt segði, at hóast russiski sendiharrin í Danmark hevur hótt við kjarnorkukríggi, er trygdarstøðan í Føroyum og Grønlandi ikki broytt.

Edmund Joensen segði, at Føroyar hava góð viðurskifti við Russland, og útflutningurin hagar er eisini nógv vaksin. Men mong stúra fyri nýggju, ágangandi uttanríkispolitisku kósini, sum Russland hevur sett, segði hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585