Úr savninum: Rannvá og Rúna

Úr savninum: Rannvá og Rúna
25.03.2015 - 20:08

- føroysk sending frá 2002

Í 1990 fingu Herfríð og Eli Falkvard í Sørvági tríburðar. Stutt eftir varð staðfest, at allar tríggjar genturnar vóru mongolar. Tá tær vóru ein mánað gamlar, doyði tann eina gentan. Í dag eru tær báðar Rannvá og Rúna 12 ára gamlar, og ganga í fjórða flokki í Sørvágs Skúla. Tær eru glaðar og lívligar og eru ein fastur partur av bygdarmyndini. Hóast genturnar klára seg væl, stúra foreldrini eisini um framtíðina og hvat skal vera av gentunum. Sendingin "Rannvá og Rúna" er ein lívsjáttandi sending, sum vísir okkum gerandisdagin hjá tvíburunum og familju teirra. Lagt til rættis: Barbara Samuelsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652