Video: Tíggjundapartar frá finaluplássi

Video: Tíggjundapartar frá finaluplássi
Pál Joensen var einans sjey tíggjundapartar frá einum finaluplássi í 1500 metrum leygarmorgun. Hóast vónbrotin, so eru glottar fyri framman
08.08.2015 - 11:45

Pál Joensen gjørdist nummar fýra í sínum innleiðandi umfari í 1500 metrar frí í HM í Kazan í Russlandi í morgun. Tíðin hjá Páli var 14:58:52. og tað rakk samanlagt til eitt 9. pláss og tíverri ikki til eitt finalupláss.

Tað merkir, at atgongumerkið til Olympisku leikirnar komandi ár eisini er í vanda.

Tíðin hjá Páli er væl undir kravtíðina, sum danir hava ásett til OL, men av tí at Pál Joensen akkurát ikki rakk finaluna, sum var kravið, er eingin vissa fyri, at hann sleppur til Olympisku leikirnar í Rio í 2016.

Um tveir danir og/ella føroyingar svimja skjótari enn Pál Joensen til Danish Open ella á EM í London í 2016, so sleppur Pál Joensen ikki við til Olympisku leikirnar.

Pál Joensen hevur tó góðar vónir. - Eg veit at eg klári kravtíðina, sigur Pál Joensen m.a. annað í innslagnum.

Annað á skránni

At heimsmeistarakappingin nú er av fyri hansara viðkomandi, merkir tó ikki, at hann einki hevur at síggja fram til. Pál Joensen hevur ein stóran dag fyri framman. Hvat tað er, fortelur hann sjálvur seinast í innslagnum.

Jens Jákup Hansen tosaði við Pál Joensen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887