Eiga framvegis at minna á vandan at fáa AIDS

Eiga framvegis at minna á vandan at fáa AIDS
Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum ásannar, at minni fokus er á eyðkvæmi, tí viðgerðin fyri sjúkuna er so góð
01.12.2015 - 20:15

Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sigur, at viðgerðin fyri eyðkvæmi í okkara parti av heiminum er so góð, at minni fokus er á sjúkuna og fatanina av  vandanum at fáa eyðkvæmi.

Men nýggir tilburðir - serliga í Eysturevropa - gera, at eisini føroyingar, sum ferðast uttanlands, eiga at hugsa seg væl um. Og tað eigur at verða mint á, at eyðkvæmi framvegis kann vera ein álvarsom sjúka.

Pál Weihe var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652