Savnsgull: Salka Valka kring knøttin (4:6)

bannari
Savnsgull: Salka Valka kring knøttin (4:6)
Føroysk ferðarøð frá 2000
08.11.2000 - 20:00

Í heimsins størsta oyggjaríki. Tá Salka Valka fór úr Darwin í Avstralia, var kósin sett móti Indonesia. Indonesia er heimsins størsta oyggjaríki, og Salka Valka silgdi úr oyggj í oyggj og var millum annað í bygdini Lamalera, har fólkið livir av stórhvalaveiðu.

Allastaðni, har tey komu, var stórur blíðskapur. Fólkini vóru serliga hugtikin av at síggja lítlu dóttur Duritu og Eriks. Skilligt var, at tey vóru ikki von við at síggja hvít børn.

Manningin á Salku Valku merkti eisini, at her búði eitt fólk, sum livdi av tilfeingi úr havinum. Tey fingu boðið bæði turran fisk og turt tvøst.

Vitjað varð á Timor og Komodoro, sum eru gitin fyri ríka djóralívið har. Vit síggja eisini eitt av teimum mongu gosfjøllunum, sum eru í Indonesia.

Lagt til rættis: Durita Holm og Erik Torjusen Klipt: Bjarnheðin í Hoyvík.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887