Savnsgull: Frá deknalestri til tungutalu 3:5

bannari
05.04.2016 - 21:44
Mentan
Savnsgull: Frá deknalestri til tungutalu 3:5
- føroysk røð frá 1998
 
 

Tak niður

Eitt, sum hevur eyðkent hvítusunnurørsluna er, at fólk fleiri ferðir hava tikið seg burturúr, og hava byrjað smáar samkomur fyri seg sjálvi. Eitt úrslit av hesum er samkoman Immanuel, sum verður tann fyrsta samkoman, vit vitja í hesi sendingini. Síðani fer tað at snúgva seg sum ta samkomuna, sum man vera best kend fyri sítt skúlavirksemi, nevniliga adventistarnar. Vit spyrja m.a. hví tey leggja so stóran dent á at halda leygardagin heilagan, og hví tey halda tað vera so skeivt at eta svínakjøt. Í 1985 fingu kvinnurnar í teim ymisku samkomunum sín egna felagsskap, sum nevnist Aglow. Hann hoyra vit um, áðrenn vit enda hjá teirri yngstu - og helst eisini teirri minstu samkomuni í Føroyum, sum nevnist tann Ápostólska Samkoman. Lagt til rættis: Sjúrður Skaale.

 
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. juni
3-2
Sunnudag 18. juni
Andakt við Torleif Johannesen
Sunnudag 18. juni
Skam røð 4, partur 9
Mánadag 12. juni
3-2