Snúsið hevur avloyst sigarettina

Snúsið hevur avloyst sigarettina
Fólkaheilsuráðið fylgir gongdini, men fer ikki at raðfesta snús ovarlaga í sínum arbeiði
26.05.2016 - 20:44

Fólkaheilsuráðið staðfestir eisini, at nógv fleiri føroyingar eru farnir at snúsa.

Men hetta er ikki størsti trupulleikin, sum ráðið fer at arbeiða við, sigur nýggi formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Magni Mohr.

Hann sigur, at snúsið hevur eftir øllum at døma avloyst sigarettina, og tað vísir seg, at snús er væl umtókt millum ítróttafólk.

Av tí at nógv ungfólk snúsa, hava skúlin og foreldur stóra ábyrgd at upplýsa um vandan, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.

 

Magni Mohr var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010