Savnsgull: Ymisk lív

Savnsgull: Ymisk lív
Tvær kvinnur, tvey lív. Sendingin varð gjørd í 2006
09.06.2016 - 11:00

Sendingin er um tá 74 ára gomlu Fanny Olsen í Árnafirði. Hon eigur og rekur einasta handilin í bygdini, og hóast tað bara eru einir fýra-fimm kundar um dagin, møtir hon trúføst upp til arbeiðis hvønn morgun.

Handilin hevur verið í familjuni í mong ár, og Fanny hevur leingi vitað, at tað varð hennara lutur at føra familjutraditiónina víðari og sostatt verða verandi í Árnafirði. Og hjá henni hevur tað verið júst tað rætta.

Marjun King úr Leirvík, harafturímóti, hevur altíð tráað eftir at sleppa út í verðina. Longu heilt ung droymdi hon um fjarskotin og eksotisk lond, og 20 ára gomul gjørdi hon av at fylgja dreyminum og byrja eina karrieru uttanlands.

Hon hevur búð og arbeitt nógvastaðni, seinastu 20 árini í London. Marjun er í dag 59 ár og býr nú í West End saman við enska manninum James. Tey eru bæði nýliga pensionerað og hava úr at gera við at njóta sítt otium.

Sendingina gjørdu: Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584