Savnsgull: Ymisk lív

bannari
13.07.2016 - 19:00
Mentan
Savnsgull: Ymisk lív
Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn. Annar er tónleikari, útvarpsvertur og undirheldur um næturnar - hin er prestur og virkin í missónsarbeiði
 
 

Tak niður

James Olsen er tónleikari og entertainari, og drívmegin í hansara gerandisdegi er at sleppa at spæla tónleik.

Hann er kendur í náttarlívinum í Føroyum sum ein festligur undirhaldari og stendur næstan hvørt vikuskifti á palli við bólkinum Showmen. Men við sær í skjáttuni hevur James eisini tungar upplivingar og nógvar ósvaraðar spurningar.

Bergur Debes Joensen er prestur í Vesturkirkjuni í Havn. Hann hevur frá barni av vita, at hansara lutur her á jørð fyrst og fremst er at tæna Guði. Hetta kall hevur verið reyði tráðurin í lívinum og umframt prestastarvið, er Bergur sera virkin í missiónsarbeiði.

Bergur er giftur og eigur trý børn og hóast familjan livir eitt vanligt lív, so setur Guðstrúgvin altíð sín serliga dám á gerandisdagin hjá familjuni.

Føroysk sending frá 2007. Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba gjørdu sendingina.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. november
Norðurljóð 20.november 2017
74531
Mánadag 20. november
RagnarRokk 20.november 2017
74511
Mánadag 20. november
Meg minnist: Laura Joensen (2:3)
74506
Mánadag 20. november
Morgunlestur mánadagur 20. november 2017
74416
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. november
3-2
74544
Sunnudag 19. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
74474
Sunnudag 19. november
Andaktin
74473
Hósdag 16. november
Koba & Vatnhamar II (2:4)
74363
Hósdag 16. november
Savnsgull: Tey settu búgv 2
74353