Kendir føroyingar

Kendir føroyingar: Ove Joensen
29-09-2016
Sjónvarpssendirøð um kendar føroyingar. Sendingin um Ova er tann fyrsta.

Fáum unnist at gerast so avhildin og fólkslig, at tey verða nevnd bara við fornavni. Nólsoyingurin Ove Joensen er eitt undantak.

Ove var maðurin, sum í 1986 útinti stóra bragdið at rógva einsamallur úr Føroyum til Danmarkar í lítlum árabáti. Fólk vóru ovfarin og hugtikin. Mannfjøldin, sum fagnaði Ova, tá hann kom at landi á Longulinju, var tann størsta, sum nakrantíð var savnað í Keypmannahavn at heiðra einstøkum persóni.

Frá hesum degi kollveltist lívið hjá Ova. Ansurin fyri honum var ovurstórur, og hann varð dyrkaður sum hetja, hvagar hann fór. Hann hevði ilt við at fóta sær eftir harða róðurin, og fekk ongantíð ein vanligan gerandisdag aftur.

Ove var ævintýrari, og lívið hjá honum kann taka seg út sum eitt stórt ævintýr, men víðagitni nólsoyingurin var ein samansettur persónur, sum fá komu at kenna heilt væl.

Tey, sum kendu hann best, hitta vit í sendingini. Tey hjálpa okkum at lýsa mannin, sum øll eru upp á fornavn við, men sum ógvuliga fá veruliga skiltu, og sum doyði í bestu árum líka so gátuført, sum lív hansara kann tykjast mongum at hava verið.

Sendingin um Ova er tann fyrsta í sendirøð um kendar føroyingar.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.

Kendir føroyingar

Sendirøð um kendar føroyingar.

Føroyskur dokumentarur frá 2018
19-01-2023
Føroyskur dokumentarur frá 2018
12-01-2023
Føroysk dokumentar stuttrøð
13-04-2020
Føroysk dokumentar stuttrøð
12-04-2020
Føroysk dokumentar stuttrøð
23-05-2019
Føroysk dokumentar stuttrøð
16-05-2019
- føroyskur dokumentarur
11-01-2018
Ebba Hentze var listakvinna í víðastu merking. Bókmentirnar vóru hennara kall. Hon las og skrivaði frá tí, at hon var smágenta.
08-11-2017
Kjølbro bygdi upp ta størstu og mest fjølbroyttu vinnufyritøkuna í Føroya søgu.
12-10-2017
Føroysk dokumentarsending um Niels Juel Arge, fyrrverandi útvarpsstjóra
16-02-2017
Dokumentarsending um Hans Jákup Højgaard, kórgandakallin av Toftum
05-01-2017