Röddin

VIT

 

Tak niður

Sí sendingina: »Ein lúsa fylgisveinur«
20.10.2016 - 20:30
Sjónvarpsdokumentarsending um parkinson í Føroyum

Sjónvarpssending um sjúkuna Parkinson í Føroyum. Vit fylgja Elisi Poulsen og John Williami Joensen, ið báðir hava fingið staðfest Parkinson. Teir hava hvør sína avbjóðing við sjúkuni.

Elis missir røddina, ið hevur stóran týdning fyri hann sum útvarpsmann, og sum stjóri, hevur John William trupult við at røkja sítt arbeiði til fulnar, tí sjúkan tekur meira og meira ræði á honum.

Hvussu er tað at hava Parkinson? Hvat er hetta fyri ein sjúka, og hví fáa so nógvir føroyingar Parkinson? Tað eru nakrir av spurningunum, vit seta í sendingini.

Lagt til rættis: Kári Sólstein.